Lat tað verða sagt beinanvegin, at undirritaði hevur ongantí sæð ella upplivað skipið Fossanes. Til tess eri eg alt ov ungur, men harfyri havi eg í mínum barnaheimi fingið nógvar frásagnir um hetta skip, sum fórst í Íslandi 3. mars í 1938 við mann og mús.
Eg hoyri tað næstan fyri mær, tað sum hendi umborð á Fossanes í 1938. Neyðarróp og skríggj frá manningini í ódnarveðriðnum. Tí í bókini er ein frágreiðing um eina hending, sum hendi árið fyri umborð á Fossanesi. Hendan hendingin er søgd av monnum, sum vóru við tann túrin.
Páll Kunoy, sum í ein mansaldur starvaðist á sjódeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroya og seinri á Tryggingarfelagnum Trygd, hevur skrivað bókina um Fossanes.
Tá Páll gavst á privata arbeiðsmarknaðinum, var tað helst ikki ringt hjá honum at velja sær eitt ítriv, hóast tað at skriva bøkur sum so ikki er eitt ítriv. Tá hann nú hevði fingist við skip á arbeiðsmarknaðinum, so mundi tað fella honum lætt, at skriva um skip.
Ì bókini, sum er 125 síður, skrivar Páll um sjávt skipið, at tað bleiv bygt til Sørvágs og kostaði 108.500 kr. Hetta svaraði til um 15 % av løgtingsfíggjarlógini tá. Hetta er ein sera áhugaverdur upplýsningur, sum fær okkum at hugsa um, hvussu nógv hetta veruliga var tá. Helst hava Sørvágsbrøðurnir Thomas Pauli og Magnus Olsen spent seg ov nógv fyri, tí eigarnir megnaðu ikki at fáa endarnir at røkka saman. Klaksvíkingar keyptu skipið og her byrjar søgan um Fossanes, sum Páll dregur okkum inn í.
Vit fáa at vita, at skipið fiskar við Ísland og Grønland, áðrenn tað fer lagnutúrin 1938. Í bókini er ein hending, sum Páll gevur nógva rúmd. Hetta er ein hending, sum lesarin verður noyddur at geva sær far um, tí nakrir av manningini, sum fórust við Fossanesi, eru ein partur av hesi hending, sum øll bókin er bygd á.
Eisini ein onnur hending har kokkurin Jacob Andreas Petersen, byrjar at mistrívast umborð og verður sendur heim, er áhugaverd. Seinri sigur hann tó frá, hvat var áfatt. Hann sá kendar menn í oljuklæðum, sydvestum og gummistyvlum fyri sær í galluni. Hetta hendi ofta, og hetta gjørdi, at hann mistreivst umborð.
Tá Fossanes fórst, var Leirvík meint rakt av hesari hending. Seks av teimum 17 føroyingunum, sum gingu burtur við Fossanesi, vóru úr Leirvík. Haraftrat var mamma skiparan Óla á Eiðinum og John Reid Joensen ættað úr Leirvík, so tað er greitt, at hendingin hevði óhugnaliga stóra ávirkan á Leirvík.
Í formælinum skrivar Páll serstaka tøkk til leirvíkingin Arna Vatnhamar, sum upplivdi at missa pápan við Fossanes. Tá bókin var framøgd á samkomuni í Ósaskúlanum hevði hesin maður serstaka rørandi framløgu. Sum rithøvundur man tað vera gull vert at hava slíkan mann til sítt keldutilfar.
Eingin bók er ella kann verða fullkomin tað vita øll. Bókin er sum sagt skrivað útfrá keldutilfari sum rithøvundurin hevur leitað upp og sum hann endurgevur á aftastu síðu í bókini. Hann hevur nógvar samrøður í bókini við eftirkomarar av manningin á Fossanes. Tá vit vita, at tað finnast nógvir eftirkomarar eftir manningina av Fossanesi, so undrar tað, at rithøvundurin ikki hevur fleir keldur í keldulistanum aftast í bókini, enn hann hevur. Keldurnar, rithøvundurin vísir til, eru bløð og bøkur og søvn, men eingir einstakir persónar. Eitt, sum eg sakni við bókini, er, at rithøvundurin ikki hevur fingið fatur á myndum av teimum báðum íslendingunum, sum fórust við Fossanesi. Tað er sum um bókin manglar nakað fyri at vera fullfíggjað. Um tíðin ikki hevur strekt til, átti Páll heldur at bíðað við útgávudegnum, tí myndirnar eru týdningarmiklar hjá lesarunum.
Nøkur gomul brøv eru beinleiðis kopierað í bókina, men rithøvundurin endurgevur tey ikki sjálvur á skrift, tað haldi eg, at hann átti at gjørt. Sum dømi kunnu nevnast tvey brøv. Hitt fyrra á blaðsíðu 44 frá J.F. Kjølbro til einkjuna eftir Absalon Vatnhamar. Hetta bræv er so áhugavert, at tað átti at verið endurskrivað, so øll skiltu brævið. Hitt seinra brævið er á blaðsíðu 65. Hetta brævið er ikki minni áhugavert, tí tað er frá einum av manningini á Fossanes lagnutúrin, Thomas Johannesen, dagfest 27.februar 1938, sum also er skrivað lítla viku undan Fossanes fórst.
Eg veit ikki, hvussu fólk í eldru árum hava tað við at lesa hesa bókina, tí tey vita helst nógv um hesa hending, og tí kunnu tey verða meira kritisk enn undirritaði. Tað kemst ikki uttanum, at tað er váðafult at skriva um eina hending, sum rakar so nógv fólk, og sum enn minnast teirra miss frá teirri tíðini. Undirritað kann bert hella seg til skrivaða tekstin hjá Pálli, og meini fyri vist, at heilt nógv fara at stytta sær stundir við hesi bók um jólini.
Páll hevur prýtt bókina við ógvuliga viðkomandi myndum og tað er sera hent við bókum, sum hava navnayvirlit, tað ger, at tá ið ið tú aftur fert í bókina at leita eftir onkrum, so tekur tað sum oftast sera stutta tíð at finna tað aftur, sum tú leitar eftir.