Í eina tíð hevur verið arbeitt við ætlanini at seta projektørljós á Fossá inni á fjør í Vestmanna. Nú um dagarnar tendraðu so teir stóru projektørarnir, sum settir eru upp. Áin, sum kann blíva rættuliga stór, tá áarføri er, sær snøgg út, nú tað ikki rennur so nógv vatn, og ikki minni vøkur er áin, tá frost liggur á.
Nú tað stundar til jóla, og myrkrið hevur lagt seg, tendra ljósini saman við gøtuljósunum, verður sagt úr Vestmanna.