Forvitnisligur marknaðardagur

Leygardagin 10. september verður stórur marknaðardagur í Ítróttarhøllini í Vestmanna. Eitt av endamálunum er at økja um endurnýtsluna.

Á vestmannadøgum 2016 verður leygardagin 10. september forvitnisligur marknaðardagur í Ítróttarhøllini í Vestmanna. Marknaðurin byrjar klokkan 13 og letur aftur klokkan 16.

 

- Tað, sum tú ikki longur hevur brúk fyri, kann vera júst tað, sum onkur annar leitar eftir. So, hevur tú búnýti, leikur, klæðir, innbúgv ella okkurt heilt annað, ið tú ynskir at selja, hevur tú nú møguleikan.

 

Maud Poulsen, sum stendur fyri hesum partinum av marknaðinum, sigur, at borð verða sett upp í Ítróttarhøllini, har fólk kunnu selja sínar lutir.

 

- Tað er ókeypis at luttaka á marknaðardegnum. Tú setir upp, selur og ruddar av, men neyðugt er við tilmelding, sigur Maud Poulsen. 

 

Leygardagin 10. september frá klokkan 13 til 16 verður eisini skipað fyri Lat-og-fá marknaði í Ítróttarhøllini í Vestmanna. Her eru øll vælkomin at fáa sær klæðir, leikur ella barnaútgerð púra ókeypis.

 

- Lat-og-fá marknaður hevur verið á undanfarnu Vestmannadøgunum. Undirtøkan hevur verið góð, og tí verður skipað fyri tiltakinum aftur í ár.

 

Barbara Brattaberg vísir á, at endamálið við tiltakinum er at økja um endurnýtsluna av klæðum, leikum og barnaútgerð.

 

- Hvør kennir ikki tað, tá tú fer at rudda út í skápum og skuffum, at tú hevur so nógv, tú ikki hevur brúk fyri, men sum er alt ov gott at tveita burtur.

 

Hon sigur, at nú fáa allir vestmenningar møguleika at lata tað inn, tey ikki brúka meira, og fáa sær tað á marknaðardegnum, sum teimum tørva, sigur Barbara Brattaberg.

 

Meira kann lesest um hesi tiltøk á vestmannadøgum á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu - www.vestmanna.fo