Forvitnisligt sjósavn

- Nógv fiskasløg av teimum stívliga 200, sum fingin eru undir Føroyum, eru at síggja í kørunum á sjósavninum á Argjum, sum verður opið fyri almenninginum 2. páskadag Eitt sera áhugavert sjósavn er sett upp í gamla Íshúsinum á Argjum. Tað er ein áhugabólkur, sum stendur aftanfyri verkætlanina, sum ætlandi skal økja um áhugan og helst eisini vitanina um tað, sum livir í sjónum kring okkum.

- Ætlanin er at gera sjósavnið til eitt stað, har eitt nú skúlaflokkar, barnagarðsflokkar og aðrir bólkar kunnu koma á vitjan, eins og møguleiki sjálvandi eisini skal vera hjá almenninginum at vitja savnið, siga stigtakararnir.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, sum er høvuðsstuðulin aftanfyri sjósavnið, verður sagt, at sera áhugavert er at síggja karið við skeljadjórum, eitt nú jákupsskeljum, gjari og ymiskum ryggleysum dýrum eins og fiski, sum livir í hesum karinum.

- Av tí, at kørini hava eina støðuga útskifting av sjógvi, ber til at geva ryggleysum dýrum serliga góðar umstøður, siga tey á heimasíðuni.

Lagt verður aftrat, at nógv fiskasløg av teimum stívliga 200, sum fingin eru undir Føroyum, eru at síggja í kørunum á savninum.

Sambært heimasíðuni hevur Føroya Sjósavn opið fyri almenninginum mánadagin 9. apríl ? sum er 2. páskadagur, millum klokkan 13 og 18.