Lambskjøt er eitt av vørumerkjunum hjá matstovuni Áarstovu í Gongini í Havn. Áarstova er kend fyri sítt góða lambskjøt, og hetta kvøldið verður gjørt eitt sindur meiri burtur úr enn vanligt.
Á matarlepanum verður lambsmatskrá við ymiskum brellbitum, ryggi, hálsi og mjóryggi.