Í morgin klokkan 18.30 verður ein spennandi og forvitnisligur kommunustýrisfundur í Sands kommunu. Hetta verður ein eykakommunustýrisfundur, sum eisini verður almennur.
- Hans Jákup Mikkelsen fer á fundinum at greiða frá ætlanunum, sum Marine Harvest Føroyar hevur í Sandoynni.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at kommunan hevur fingið til ummælis ætlaninar hjá aliumsitingini at lata Marine Harvest Føroyar aliøki A-91, sum er úti undir Salthøvda á Sandi.
Tað er í hesum sambandi, at alifelagið er boðið við á fundin og fer at greiða frá.
- Á eykakommunustýrisfundinum í morgin hava fólk, sum hava áhuga fyri ætlanunum hjá Marine Harvest Føroyar í Sandoynni, høvi at møta og hoyra, hvat Hans Jákup Mikkelsen hevur at siga, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.