Aftur í ár verður Skúlin við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina í Eysturkommunu.
Framsýningin, sum letur upp langafríggjadag klokkan 14, verður opin fram til og við 2. páskadag.
Tey, sum fara at sýna fram, eru borgarar í Eysturkommunu og onnur, sum hava sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu.
Listafólkini í ár verða Tummas Jákup Thomsen, Torgunn Eliasen, Jens Klæmint Jacobsen, Sabina Poulsen, John V. Petersen og Maigun Solmunde Othamar.
Flestu teirra hava áður havt framsýningar, tó er hetta fyrstu ferð hjá onkrum av teimum, sum verða við á páskaframsýningini í ár. |