Forvitin av nátúr

Tórun Ellingsgaard, sum er í Føroyum í hesum døgum í sambandi við Prix Føroyar finaluna, er júst byrjað í nýggjum starvi sum studiovertur hjá TV 2 á Bornholm

Hon hevur verið nógv úti um seg. Arbeiddi eitt styttri tíðarskeið á MTV, var við til at gera eina sendirøð hjá TV 2, sum eitur Matchmaker, skrivaði bók um Brixtofte og nú hevur hon júst sett seg í stólin sum studiovertur hjá nýggjheitunum hjá TV 2 á Bornholm.
Tað er sjálvandi føroysku Tórun Ellingsgaard talan er um.
Tórun sigur sjálv, at henni dámar avbera væl at arbeiða í fjølmiðlunum og hennara miðil er uttan iva sjónvarp.
? Eg eri forvitin av nátúr. Og seti eg meg inn í eitt hvørt, so vil eg altíð finna út av, hvussu ymisk viðurskifti hanga saman, greiðir hon frá. Eisini heldur hon yrkið vera so spennandi, tí tað er so fjølbroytt.
Hetta nýggja starvið inniber, at hon situr sum vertur tríggjar ferðir hvørt kvøld, og tað heldur hon fer at geva henni nógva rutinu við at sita frammanfyri upptøkutólið.
? Tað krevur nógva konsentratión at vera vertur, og ein skal royna at fáa søgurnar út á eina einklan og skilligan hátt, sigur Tórun, sum ikki heldur tað vera stórvegis trupult at vera vertur.
? Hetta fellur mær sum eitt arbeiði sum alt annað, sigur hon. Men hon ásannar tó, at hon enn hevur nógv læra, tí tað er ikki ein mánaður farin aftur um bak enn.
? Tað er nógv at seta seg inní, og eg havi ikki enn megnað at sett meg inn í øll viðurskiftini, men tað er helst bara spurningur um stutta tíð, so er tað komið upp á pláss, sigur nýggi verturin hjá TV 2 á Bornholm, sum varð liðug við sína útbúgving á Danmarks Journalisthøjskole í januar í fjør.

Perfekt danskt
Tórun gongur sera høgt upp í, at tað hon hevur at bera sínum hyggjarum verður lagt fram á rættan hátt og við røttum málburði. Hon vil tosa perfekt danskt, og tískil gongur hon til talupedagog, har hon arbeiðir við at fáa alla ta føroysku dialektina burtur. Hon sigur, at tað skal ikki vera so, at tá hon er á skerminum, so sita hyggjararnir og hugsa meira um, hví hon tosar øðrvísi ella hvaðani hon man vera, enn at lurta eftir tí, sum verður sagt.
Tórun arbeiddi í SvF í tríggjar mánaðir í eini summarfrítíð, og har var hon millum annað eisini vertur í Degi og Viku.
? SvF leggur meira dent á politikkin enn menniskjasøgurnar, heldur Tórun, sum tó leggur aftur at, at tað ber illa til at samanlíkna, tí at Føroyar eru so lítið land.
Hon sigur, at hon fær nógvan íblástur av at arbeiða á Bornholm, har redaktørurin hjá henni er Ole Thisted. Sjónvarpsstøðin talan er um, er tann, har Árni Gregersen, sum fyrr var í SvF, er varastjóri.
Tað eru nú skjótt seks ár, síðani Tórun Ellingsgaard flutti úr Føroyum. Tað var tá hon fór niður á journalistskúla. Henni hevur dámt sera væl niðri, og hon trívist framvegis.
? Eg veit ikki, um eg komi heimaftur. Eg havi tað avbera gott niðri nú, so í øllum førum verði eg verandi niðri í nærmastu framtíð, sigur Tórun Ellingsgaard, sum verður at síggja í øllum stovunum við sjónvarpi kring landið leygarkvøldið, tá finalan í Prix Føroyum fer av bakkastokki.