Tíðliga í morgun varð løgreglan í Havn boðsend, tí menn vóru farnir til hendurs í miðbýnum.
Løgreglan sigur, at fleiri mans vóru uppi í, men teir skuldsettu hvønn annan fyri at hava sligið.
Ongin fekk mein av týdningi og løgreglan roynir nú at greiða fløkjuna. Um nakað meiri hendir í málinum, fara so kanningar at vísa.
Annars varð ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring á smábygd. Løgreglan steðgaði einum bili í einum vanligari kanning. Tá ið bilførarin sá llgrunasamur út, varð hann bilin um at blása og tað fór upp um mark.