- Vit fingu eitt sjokk, tá vit sóu, hvussu fátæktsligt tað er í Ghana, siga Beinta H. Nolsøe og Edith Dahl Olesen.
Í ein góðan mánað hava tær báðar verið í Ghana í Afrika, har tær eru í sokallaðum observatiónspraktikk í sambandi við útbúgving sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur og kostráðgevi.
Hesa tíðina, tær eru í starvsvenjing í Ghana, hyggja tær eitt nú eftir, hvussu heilsuverkið har arbeiðir, hvussu umstøðurnar eru, hvørjar skipanir verða nýttar, hvussu sjúklingarnir eru fyri, og hvønn mat tey eta.
- Her er ótrúliga fátæktsligt. Tað er torført at fáa atgongd til reint, heitt vatn, og sum heild vita fólkini her ikki so nógv um reinføri, siga Beinta og Edith, sum eftir ætlan verða lidnar við starvsvenjingina hesa vikuna.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr ungu kvinnurnar greiða frá, hvat tær hava fingið burturúr tí heldur annarleiðis starvsvenjingini.