Fortuna var við FCK

Svenski málverjin Johan Wiland var sannur brandur í Parkini í kvøld

Juventus hevur í kvøld verið í Parkini í Keypmannahavn. Mótstøðuliðið var FCK, sum í heimligu landskappingini ikki hevur verið sannførandi.

Eingin ivi var í kvøld um, at Juventus var leikliga omaná, men kortini varð úrslitið 1-1. Heimsstjørnurnar úr Torino vóru misnøgdar, og tað var væl skiljandi. Juventus hevði fleiri møguleikar at skora fleiri mál, men Chevez og liðfelagarnir vóru óneyvir, og Johan Wiland í FCK málinum var ein sannur brandur.

Eitt lítið korter var farið, tá ið Nicolai Jørgensen legði heimaliðið framum, og í fjøruti minuttir var FCK á odda, áðrenn  Fabio Quagliarella javnaði.

So stóð nógv á, men Johan Wiland var meistarligur í málinum, og italsku stjórnirnar vóru alt annað enn neyvar.

Fagnaðurin í Parkini var stórur, tá ið dómarin hevði brikslað fyri síðstu ferð, og FCK framvegis var ósigrað móti stórum europeiskum liðum í Parkini.

Í sama bólki var Real Madrid á útivølli í Turkalandi ímóti Galatasaray , og tað var ikki lukkuligt, sum spanska liðið fór við heimamonnunum. Real Madrid er á veg til hús við 6-1 sigri! Stóri maðurin var Christiano Ronaldo, sum skoraði tríggjar ferðir.