Fortreytir fyri kanningini

Tá ið Árni Absalonsen, grannskoðari hjá Rasmussen & Weihe, legði nýggju kanningina um livikorini hjá vanligum fólki fyri aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag, ásannaði hann, at tað kundi vera ómetaliga trupult at vísa akkurát, hvussu støðan er hjá fólki.

Hetta kemst av, at tað eru neyvan tvy húski í øllum landinum, har viðurskiftini eru akkurát tey somu.

Tó eru nógv viðurskifti felags, so hann helt, at tað bar væl til at geva eina góða mynd av støðuni.

Í kanningini, sum Rasmussen & Weihe hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag, hevur verið roknað við, at útreiðslurnar til bústað eru 4.500 krónur um árið.

Hendan útreiðslan kann antin verða brúkt til at betala leigu fyri, ella hon kann verða brúkt til at betala rentur og avdráttir fyri.

Verður hon brúkt til leigu, fær hetta fólki ongan rentustuðul. Verður hon brúkt til rentur og avdráttir, svarar tað til eitt lán uppá 800.000 krónur, sum verður betalt uppá 24 ár við 7% í rentu. Hetta fólkið fær rentustuðul, men hann er lækkaður í ár og lækkar enn meiri næsta ár. Í fjør var hann 48% og í ár er hann 44%.

Oljunýtslan er sett til 4.000 litrar um árið. Eini vanlig hús brúka ímillum 4.000 og 4.500 litrar um árið. Elnýtslan er sett til 5.000 kilowatt um árið. Telefonrokningin er 500 krónur um mánaðin og húskið rindar bæði útrvarps- og sjónvarpsgjald.

Útreiðslurnar til mat eru mettar at vera 16.000 krónur um árið til eitt vaksið fólk.

Hetta er mett útfrá kanningini, sum ein bólkur gjørdi fyri fakfeløgini í 1998.Tá varð mett, at ein vaksin maður skuldi brúka 13.968 krónur um árið til mat. Síðani eru matvørur dýrkaðar og eftir prístalinum var hetta talið tískil komið upp á 16.500 krónur á nýggjárinum 2000, tvs, fyri trimum mánaðum síðani.

Roknað er eisini við skattalættanum,sum kom 1. januar.Annars er roknað við vanligum landsskatti og einum kommunuskatti upp á 20%.

Àrni Absalonsen sigur at enda, at eftir prístalinum eru allar útreiðslur, sum eru við í prístalinum, hækkaðar.Mest er oljan dýrkað, men í miðal eru prísirnir í hækkaðir umleið 10%.