Fortreyt fyri menning

Stjórin á Íslendska keypsskálanum ivast ikki í, at ein virðisbrævamarknaður kann koma øllum búskapinum at gagni

VMF

Til staðar,tá fyrsta føroyska felagiði varð skrásett á VMF, var eisini stjórin hjá íslendska virðisbrævamarknaðinum, ICEX, sum stendur fyri tekniska partinum av marknaðinum.
Thordur Fridjónsson, sum stjórin eitur, vildi sum so ikki siga so nógv um serstøk føroysk viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi, men hann vísti á, at í Íslandi hevði marknaðurin havt ovurstóran týdning fyri búskaparligu gongdina.
- Fyri Føroyar vóni eg, at hetta kann gerast ein bylgjubrótari í arbeiðinum at fáa ein livandi marknað, sum eisini er sera týdningarmikil fyri búskapin.
- Í Íslandi hava vit seinastu 10 árini ment ICEX til ein sera týðandi aktør í búskapinum sum heild, og eg ivist ikki í, at hetta hevur havt stóran týdning fyri stóra búskaparvøksturin, sum hevur verið hesi árini. Í miðal hevur vøksturin verið eini 4-5% um árið í eitt drúgt tíðarskið, og vit rokna eisini við ,at hetta fer at halda seg nøkur ár afturat.
- Tað eru sjálvandi nógvir lutir, sum hava ávirkað hetta, men liberalisering og privatisering hevur eisini havt týðandi leiklut í hesi menningini, helt Thordur Fridjónsson.