Forteljarakvøld við Rudolfi og Óla

Í Spaniastovu er nógv á skránni og eitt av tiltøkunum, sum liggja fyri framman, er eitt sonevnt forteljarkvøld.

Í Spaniastovu í Klaksvík er nógv á skránni og eitt av tiltøkunum, sum liggja fyri framman, er eitt sonevnt forteljarkvøld, sum verður hin 19. desember klokkan 20.

 

Hetta kvøldið fara klaksvíkingarnir, Rudolf Joensen, fyrrverandi gekkavertur og Óli Olsen, fyrrverandi sjómansskúlalærari og rithøvundur, at hugleiða.

 

Prátið fer eitt nú at snúgva seg um uppvøksturin í Klaksvík, lívsleiðina og bakgrundina fyri, at Óli fór at skriva.

 

Væntandi fer Óli Olsen eisini at siga frá ymiskum hendingum í sjó- og handilsvinnuni tengt at gomlu handilshúsunum í Klaksvík.

 

Rudolf Joensen veit eisini nógv at siga og er altíð áhugaverdur og forvitnisligur at lurta eftir.