Fortelja um kostverkætlanina

Landssjúkrahúsið er við á Vísundavøkuni

Á árligu Vísindavøkuni, sum byrjaði í morgun á Østrøm, er Landssjúkrahúsið eisini umboðað við einum bási.

 

Í básinum ber til at síggja munin á mati til frísk fólk og matin, sum fólk við ymiskum sjúku eiga at eta.

 

- Tað er ymiskt hvussu sjúklingar eru fyri og hvat teir kunnu og hava hug til at eta, og tað royna vit at fortelja um her á Vísindavøkuni, sigur Poula Patursson, ið er føðslufrøðingur á Landssjúkrahúsinum.

 

Í januar var farið undir eina serstaka kostverkætlan á Landssjúkrahúsinum, har  tey kanna, hvønn týdning maturin hevur fyri sjúklingarnar.

 

- Í nakrar vikur afturat spyrja vit sjúklingar, hvussu teir uppliva matin, teir eta, meðan teir eru sjúkir, og eisini hyggja vit eftir, hvat sjúklingarnir hava serligan hug at eta, hvat gagnast teimum minni væl og so framvegis, fortelur Poula Patursson.

 

Um eina tíð síggja tey úrslitið av kanningini.

 

- Meðan vit hava arbeitt við verkætlanini hava vit ikki broytt matin á deildini. Ætlanin er, at vit út frá úrslitunum av kostkanningini fara at gera broytingar við matinum. Tað verður ivaleyst um nakrar mánaðir, sigur Poula Patursson.

 

Hoyr Poulu Patursson greiða frá við at trýsta á pílin undir myndini.