Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um, at Føroya Banki hevði mist ein av sínum størstu kundum, nevnliga Føroya Fiskavirking. Nevndarformaðurin í Føroya Fiskavirking, Óli Hansen, vildi ikki gera nakrar stórvegis viðmerkingar til, hví fyritøkan nú hevur valt sær Kaupthing Bank sum høvuðsveitara av sínum peningatænasum og fíggjarvirksemi. Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, sigur tó, at eingin kuril er á tráðnum millum bankan og Fiskavirking.
Soleiðis skal tað verða
Kappingin um kundarnar á fíggjarmarknaðinum er hørð, og hon harðnar støðugt. Í aktivari kapping koma og fara kundar, og soleiðis skal tað eisini verða, sigur Janus Petersen.
- Fiskavirking var ikki størsti kundin hjá okkum, men millum tíggju teir størstu hjá okkum, sigur Janus Petersen.
Forstjórin í Føroya Banka harmast sjálsvagt um missin av Fiskavirking, tí bankin hevur verið banki hjá felagnum, og var eisini ein aktivur partur í, at felagið varð sett á stovn í síni tíð. Janus Petersen leggur tó dent á, at talan ikki er um nakað brot við Fiskavirking, og at bankin framvegis hevur góð og vinarlig viðurskifti við felagið. Forstjórin dugir heldur ikki at ímynda sær, at nakað er í vegin fyri, at partarnir fara at samstarva meiri í framtíðini.
- Føroya Banki fer við góðum treysti inn í kappingina, og vit hava framvegis sum mál at økja um virksemi hjá okkum, og hetta kemur tað, at Fiskavirking hevur valt aðra fígging, ikki at broyta uppá, sigur Janus Petersen at enda.