Fyrrverandi forstjórin í Amagerbankanum Jørgen Brændstrup tømdi sína teldu, tá hann fór úr bankanum í november í fjør. Tað sigur núverandi stjórin, Steen Hove, sum leggur afturat, at framferðin hjá undanmanninum kann als ikki góðtakast.
Framferðin hjá Jørgen Brændstrup bleiv avdúkað, tá tann nýggja bankaleiðslan kannaði ognarmetingar hjá bankanum.
Steen Hove hevur brúkt tann seinasta mánaðin til at endurskipa innihaldið í telduni hjá gamla stjóranum, og starvsfólk í bankanum eru nú í ferð við at skipa upplýsingarnar.
Samstundis hevur nevndin í Amagerbankanum gjørt av at leggja hald á tann seinasta partin av teimum 12 milliónum krónunum, sum Jørgen Brændstrup fekk í sambandi við, at hann fór úr bankanum.