Eftir summarfrítíðina byrjar forskúli í skúlanum á Argjahamri í hesum sambandi verður kunnandi fundur hóskvøldið 16. januar kl. 19.00 á skúlanum.
Seinastu árini hevur Skúlin á Argjahamri havt tætt samstarv við skúlabólkarnar á dagstovnum á Argjum, eitt samstarv við tí fyri eyga at gera børnini meira von við skúlaumhvørvið. Í tíðindaskrivið sigur Skúlin á Argjahamri soleiðis:
– Við forskúlanum er møguleiki at gera hetta arbeiðið meira skipað, og sostatt fáa best møguligt burturúr samstarvinum millum námsfrøðingar og lærarar.
Við forskúlanum ber til at fara inn í eina skipaða læri- og spælitilgongd, so børnini kenna viðurskiftini í einum komandi 1. flokki.
Hetta er ein brúgvabygging millum dagstovn og skúla. Fakliga verður bygt oman á teir lunnar, ið lagdir eru í heimi og dagstovni. Leikur og spæl eru týðandi partur í forskúlanum, og læringin tekur støði í spæli. Hetta er sostatt ikki vanlig skúlagongd, men fyrireiking til skúlagongd.
Í forskúlanum verður arbeitt við hesum høvuðsøkjum: Mál og málmenning, støddfrøði, náttúru og náttúru- fyribrygdum, rørslu og motorikki, sosialum førleikum, samstarvi og handa- og listagávum. Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar. Virksemið skal stuðla fjølbroyttu menningini hjá tí einstaka barninum og gera barnið klárt til at byrja í 1. flokki.
Forskúlin verður skipaður í tøttum samstarvi við Frítíðarskúlan á Argjahamri, sjálv skúlagongdin er frá kl. 8-12 og restina av tíðini eru børnini í frítíðarskúla. Á fundinum verður eisini kunnað um Frítíðarskúlan.
Høvið verður at seta spurningar.
Les meira um forskúlan og www.sah.fo og um frítíðarskúlan á www.argjahamri.fo