Forsetin virkaði sum limur í Kappingarnevndini

FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, váttar, at hann tók lut í viðgerðini av málinum um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen. Men hann leggur dent á, at hetta var sum virkandi limur í Kappingarnevndini

Fótbóltur

 

Tað hevur vakt ans, at FSF-forsetin tók lut í viðgerðini, tá Kappingarnevndin hjá FSF skuldi taka støðu í málinum um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen.

Sjálvur dugir Høgni í Stórustovu tó ikki at síggja nakað galið í hesum. Fyrst og fremst, tí hansara leiklutur einki hevði við forsetasessin at gera.

- Vit hava skipað nevndirnar so, at vit altíð hava varamenn tøkar. Bæði tí tað kann berast frá hjá nevndarlimum, men eisini tí Føroyar eru somikið lítlar, at tað altíð vilja íkoma støður, har tú av eini ella aðrari orsøk kann metast at vera inhabilur.

- Tá málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen skuldi viðgerast, var næsti dysturin hjá B36 móti KÍ, og tí metti Rúni Heinesen, at hann ikki átti at verða partur av viðgerðini.

- Varamaður hjá honum er Niklas á Líðarenda, men hann var uttanlands, og tí heitti formaðurin í Kappingarnevndini á meg um at taka sæti í nevndini. Upprunaliga skuldi fundurin vera hósdagin, og eg hevði eisini fyrireikað meg til fundin, sum tó varð fluttur til fríggjadag. Tá var Niklas komin aftur til landið, men hann kom at kalla beint úr flogfarinum og til fundin, og hevði tí ikki havt somu møguleikar at seta seg inn í málið. Tí valdi eg at verða partur av viðgerðini, og tað hevði tí einki sum helst við mín leiklut í FSF annars at gera, sigur Høgni í Stórustovu.