Talan hevur eftir øllum at døma verið um mest sum ultimativt krav frá forsetanum, tá starvsnevndin hjá FSF í gjár hevði fund.
Forsetin heldur fast um, at hann kann ikki liva við leiklutinum, sum Ísak Mikladal hevur havt í málinum um billett-sølu til EM-endaspælið. Heldur ikki hóast málið er endað hjá UEFA.
- Eg kann bara staðfesta, at nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta, og tí er vónleyst hjá mær at koma víðari í hesum málinum. Tí havi eg valt at kunnað feløgini, sum jú eru partaeigararnir í Fótbóltssambandinum, og so mugu tey gera av, um víðari stig verða tikin í málinum, sgur Høgni í Stórustovu.