Men treytin hjá forsetanum er, at dómsvaldið ógildar valið tann 27. desembur, og tað hendir neyvan, sigur andstøðan Forsetin í Kenya, Mwai Kibaki, er sinnaður at góðtaka, at forsetavalið í síðstu viku verður ógildað, og at umval verður innan tríggjar mánaðir, soleiðis sum andstøðan hevur skotið upp.
Men treytin hjá forsetanum er, at dómsvaldið ógildar valið tann 27. desembur.
Júst hendan treytin ger, at andstøðan tekur ikki tilsøgnina frá forsetanum fyri fult. Andstøðan vil vera við, at dómsvaldið ger, sum forsetin sigur, og at dómsvaldið tí ikki fer at krevja umval.
Andstøðan heldur uppá, at myndugleikarnir framdu umfatandi svik á valinum tann 27. desembur, soleiðis at Mwai Kibaki, forseti, bleiv afturvaldur.