Forsetin í Jemen fer frá

Eftir áhaldandi mótmæli í fleiri mánaðir valdi jemenski forsetin, Ali Abdullah Saleh, í dag at skriva undir eina avtalu, sum ber í sær, at hann letur varaforsetanum, Abdrabuh Mansur Hadi, valdið. Avtalan bleiv undirskrivað í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh, har fleiri arabiskir leiðarar og 20 umboð úr Jemen vóru hjástødd.

Avtalan er fingin í lag eftir tingingar, sum seks lond við Persaflógvan og ST-sendimaðurin Jamal Benomar hava staðið á odda fyri. Í veruleikanum var avtalan liðug í apríl mánað, men Saleh hevur fleiri ferðir sýtt fyri at skriva undir, hóast hann fyrst hevur sagt ja. Andstøðan í Jemen hevur langt síðani skrivað undir.

Eftir avtaluni verður fyrst ein skiftistíð, har Jemen hevur tveir forsetar. Saleh heldur fram sum forseti, men uttan nakað vald, í tríggjar mánaðir, men so tekur eftirmaðurin endaliga við og skal røkja embætið í tvey ár.

Ali Abdullah Saleh hevur verið forseti í Jemen í 33 ár.