Hvussu nógv kostaði Neymar veruliga? Tað er ein spurningur, sum nú hevur fingið Sandro Rosell at leggja frá sær sum forseta í FC Barceona. Illgitingar eru um, at katalanska stórfelagið hevur goldið næstan tað tvífalda fyri brasilska Neymar, men uttan at uppgeva rætta prísin.
Alment hevur Barcelona boðað frá, at Neymar kostaði 425 milliónir krónur. Skjøl, sum spanska blaðið El Mundo hevur fingið fatur á, vísa at Barcelona kann hava goldið so nógv sum 708 milliónir krónur fyri Neymar. Talan er um flytingar í tíðarskeiðnum 2011 til 2013, har Barcelona millum annað hevur goldið pengar til vælgerandi endamál í heimbýnum hjá Neymar, og fyri rættindini til tríggjar aðrar spælarar hjá Santos.
Tað er ein limur í Barcelona, sum hevur meldað forsetan, sum nú ikki ynskir at halda fram í felagnum. Sandro Rosell leggur dent á, at einki ólógligt er farið fram og at Neymar kostaði tær 425 milliónirnar, sum FC Barcelona hevur upplýst.
Í gjár valdi Sandro Rosell at leggja frá sær og vísti millum annað eisini á, at hann og familjan hava verið fyri drápshóttanum. 49 ára gamli Sandro Rosell tók við eftir Joan Laporta sum forseti í Barcelona í 2010.Í Barcelona eiga limirnir í felagnum felagið, og forsetin verður valdur fyri fýra ár á gangin.
Nýggjur forseti í Barcelona er Josep Maria Bartomeu. Hann tekur yvir valskeiðið hjá Sandro Rosell og situr í fyrstu atløgu til 2016. Málið um Neymar verður nú kannað.