Forsetin helst afturvaldur

Alt bendir á, at forsetin í Sri Lanka, Mahinda Rajapaksa, kann halda fram í embætinum aftan á forsetavalið í gjár. Í morgun høvdu valmyndugleikarnir talt umleið ein fjórðing av atkvøðunum, og av teimum átti forsetin meiri enn 60 prosent, skrivar Reuters.

Hansara harðasti mótstøðumaður, generalurin Sarath Fonseka, ber ótta fyri at verða handtikin, tí hermenn hava kringsett hotellið, har hann og fleiri onnur andstøðufólk eru stødd.

Myndugleikarnir siga harafturímóti, at herurin hevur kringsett hotellið fyri at forða fyri, at generalurin, sum júst er farin úr herinum, skal fremja statskvett ímóti forsetanum.