Arabiska sjónvarpið Al Jazeera sigur í kvøld, at forsetin í Tunesia, Zine al-Abedine Ben Ali, er flýddur av landinum. Sambært franska blaðnum Le Monde er forsetin komin til París, men aðrar keldur siga, at hann er á veg til Qatar. Hann hevur sitið við valdið í 23 ár og hevur sagt, at hann stillar ikki uppaftur.
Samstundis hevur forsætisráðharrin, Mohammed Ghannouchi, verið í tí almenna sjónvarpinum og boðað frá, at hann røkir forsetaembætið fyribils.
Tað hevur verið sera ófriðarligt í Tunesia teir seinastu dagarnar, og danska uttanríkisráðið ávaraði í kvøld fólk ímóti at fara til Tunesia uttan so, at tað er neyðygt.