Forsetin í Týsklandi, Christian Wulff, hevur nú biðið um umbering fyri, at hann gav ikki allar upplýsingar um síni privatu fíggjarviðurskifti, tá hann tók við embætinum í fjør.
Málið, sum kom undan kavi herfyri, snýr seg um, at forsetin lænti 500.000 evrur frá einari kvinnu, sum er gift við einum handilsmanni, ið er vinmaður forsetans. Hetta var í 2008, og tað er komið fram, at Wulff fekk lánið við einari munandi lægri rentu enn teirri, sum tá var vanlig.
Áðrenn Christian Wulff tók við forsetaembætinum í fjør, vildu nakrir politikarar hava at vita, um hann hevði nakað fíggjarligt samband við vinmannin ella konu hansara, men svarið var nei. Nú hevur forsetin viðgingið, at tað svarið var ikki rætt.