Forsetin á Haiti er í nátt dripin.
Tað boðar forsætisráðharrin, Clause Joseph, frá sambært Ritzau.
Persónar trokaðu seg inn í heimið hjá forsetanum og skutu hann til deyðis. Kona hansara var illa løstað í álopinum.
Clause Joseph fordømir álopið og kallar tað barbariskt. Hann sigur, at hann nú er leiðari fyri landið.
Jovenel Moïse var 53 ára gamal og hevur verið forseti í Haiti síðani 2017.











