Forsetin og forsætisráðharrin í Mali, Bah Ndaw og Moctar Ouaneeru, eru sambært útlendskum tíðindastovum í nátt tiknir av hermonnum og fluttir til eina hernaðarstøð uttan fyri høvuðsstaðin í landinum, Bamako.
Hetta skriva eisini fleiri keldur í landinum, eins og ein høgtstandandi limur í hernaðarjuntaini sambært útlendskum miðlum váttar tíðindini.
Sagt verður, at bæði forsetin og forsætisráðharrin nú eru á hernaðarstøðini, Kati. Sagt verður eisini, at verjumálaráðharrin í landinum, Souleymane Doucoure, er handtikin og fluttur á hernaðarstøðina.
ST-aðalskrivarin, António Guterres, er órógvaður um støðuna.
- Eg eri ógvuliga órógvaður um handtøkurnar av leiðarunum í skiftisstjórnini í Mali. Eg biði um frið og um treytaleysa leyslating, sigur ST-leiðarin við útlendskar miðlar.
Forsetin í Mali gjørdi herfyri brroytingar í stjórnini, sum herurin í landinum ikki dámdi, og mánakvøldið hoyrdist gramt um statskvett. Sagt verður tó, at tað er friðarligt í høvuðsstaðnum í landinum.
Í august mánaði í fjør varð statskvett í landinum, har landsins valdi forseti, Ibrahim Boubacar Keita, varð koyrdur frá. Hóttanir um altjóða revsitiltøk fingu tó tey, sum stóðu aftan fyri kvettið, at leggja landið í hendurnar á einari skiftisstjóri.
- Stjórnin skuldi sita í 18 mánaðir og skuldi skipa fyri, at landið aftur fekk eina fólkavalda stjórn, skrivar NTB.