Forseti í andgletti fyri útreiðslur til smyrsl

Franski forsetin Emmanuel Macron er í miðdeplinum í einari heldur margháttligari miðlasøgu.

Tíðarritið Le Point skrivar, at Macron fyrstu tríggjar mánaðirnar av sínari tíð sum forseti í Fraklandi hevur brúkt slakar 200.000 krónur til smyrsl, krem og at verða smurdur av sonevndum make-up artisti.

Halda hesar útreiðslur fram, fer Macron at brúka 775.000 krónur av skattapengunum um árið til at pleyga sína útsjónd.

Avdúkingin hevur fingið fólk at gera gjøldur við Macron, og á internetinum hava fólk til fragd at pynta um útsjónina hjá forsetanum á heldur kreativan hátt.

Talsmaður hjá Macron hevur sagt, at Macron nú fer at finna einari bíligari loysn, men víst verður á, at undanfarnu forsetar eisini havt líknandi útreiðslur til at pleyga húð og hár.