Um tríggjar vikur skulu amerikumenn velja nýggjan forseta. Valið stendur í millum verandi forseta, demokratin Barack Obama, og avbjóðaran, republikanaran Mitt Romney.
Veljarakanningar vísar, at kappingin millum teir báðar er tøtt, og tað verður endaspurturin, sum nú er farin í gongd, sum verður avgerandi fyri, hvør vinnur valið 6. november.
Michael Ehrenreich hevur starvast sum USA-korrespodentur fyri Berlingske Tidende og starvast nú sum redaktørur og uttanríkispolitiskur viðmerkjari á Kristeligt Dagblad. Hann heldur, at størsti munurin millum bæði forsetavalevnini er í búskaparpolitikkinum.
- Barack Obama er tann, sum líkist okkum her í Europa meira, tí hann heldur, at almennin geirin skal verða við í búskapinum og verða við at seta gongd á búskapin. Mitt Romney heldur hinvegin, at tað almenna skal hava so lítlan leiklut sum gjørligt og skal ikki standa í vegin fyri privata intiativinum, sigur Michael Ehrenreich.
Spurninur um álit
Men tað eru ikki bara politisku ætlaninar, sum hava týdning fyri, hvør verður valdur til forseta.
- USA er býtt sundur í tveir næstan eins stórar partar politiskt, og tí verður hetta eitt tætt og spennandi val. Umframt ideologiir og visiónir, snýr tað seg eisini nógv um álit. Amerikumenn hyggja eftir, um valevnini megna at loysa ta stóru og krevjandi uppgávuna sum forsetaembætið er, og tí hevur persónligheitin hjá valevnunum stóran týdning fyri valúrslitið, sigur Michael Ehrenreich.
Sunnudagin verða Michael Ehrenreich og Clement Kjersgaard við á tiltaki í Norðurlandahúsinum, sum kallast “Obama ella Romney?” Teir fara at skifta orð um ymisk viðurskifti í valstríðnum nú upp undir amerikanska forsetavalið.









