Facebookstovnarin og stjórin, Mark Zuckerberg, heldur demokratin Elizabeth Warren vera fígginda av virki hansara og vónar, at hon ikki vinnur forsetavalið í USA næsta ár.
Tí eitt av týdningarmestu lyftum hennara er at tvangssundurbýta feløg sum Facebook, Amazon og Alphabet (Google). Tey hava tiltuskað sær eitt monopol, har tey misnýta upplýsingar hjá fólki og hótta fólkaræðið og mergsúgva kappingarneytar sínar, heldur hon.
Nú eru nakrir ljóðfílar komnir undan kavi, sum hava sett ferð á kjakið.
Warren er strokin fram um hini demokratisku valevnini og er nú sambært kanningum favorittur til at gerast demokratiskt forsetavalevni.
– Um hon verður vald til forseta, so vil eg vedda uppá, at vit standa fyri eini løgfrøðiligari avbjóðing. Og eg vil vedda uppá, at vit ikki vinna ta avbjóðingina, sigur Zuckerberg í tveimum ljóðbrotum frá innanhýsis stjórafundum í Facebook, sum eru liknir út.
– Og kann tað fáa okkum í trongar skógvar? Jú, tað vildi eg hildið. Eg vil ikki hava eitt størri sakarmál ímóti stjórnini.
Ljóðbrotini eru frá julimánaði. Tey eru almannakunngjørd av tøknimiðlinum The Verge.
Warren, sum í mars legði fram uppskot sítt um at spjaða sundur amerikonsku tøknimonopolini við eini antitrust-lóggávu, hevur verið skjót at gjørt viðmerkingar til Zuckerberg.
– Tað, er sum veruliga fær okkum í »trongar skógvar« er, um vit ikki umvæla eina korrupta skipan, sum letur risafeløg sum Facebook fáast við ólógligt kappingar-mótstríðandi virksemi og traðka á rættin hjá brúkarunum til privatlív, skrivar hon á Twitter.
Í einum seinni tweet-boðum ger hon vart við, at Facebook seinnu árini hevur satsað upp á at fáa valdið á marknaðinum við at keypa kappingarneytar sum WatsApp og Instagram.
– Fleiri enn 85 prosent av øllum sosialinum netverkum ganga ígjøgnum síður, sum Facebook eigur ella stýrir. Tey hava stórt vald og fáa lítla kapping og eru at kalla uttan eftirlit eisini, skrivar Warren.
– Tey trumla kappingarneytarnar niður, gera sær dælt at privatum upplýsingum, undirgrava fólkaræðið og koppa vøllinum, sum vit onnur spæla á, ímóti okkum, sigur hon.
/ritzau/Reuters