Forsetaval í Slovenia

Í Slovenia verður roknað við, at Boruts Pahors, fyrrverandi forsætisráðharri, fer at vinna seinna umfar av forsetavalinum, sum er í dag. Ein meiningakanning, sum varð kunngjørd fríggjadagin, vísti, at Pohors (myndin) fær 60 prosent av atkvøðunum, og at verandi forsetin, Danilo Turk, fær bara 40 prosent.

Í seinastuni hava fleiri mótmælisgongur verið í slovenska høvuðstaðnum, Ljubljana, har fólk hava víst sína misnøgd við teir stóru búskapartrupulleikarnar. Fríggjadagin endaði ein mótmælisgonga við hørðum samanbrestum millum mótmælisfólk og løgregluna, sum brúkti táragass. Fleiri mótmælisfólk vórðu tikin.

Slovenia er meint rakt av búskaparkreppuni, og síðani 2009 er búskapurin tódnaður átta prosent, skrivar AFP.