Forsetaskifti í Fraklandi

Fyrrapartin verður sosialisturin François Hollande settur í embætið sum franskur forseti. Sjálv innsetanin verður á einum hátíðarhaldi í Élysée-borgini í París, haðani tann nýtilnevndi forsetin fer at koyra í einum opnum Citroën DS til Sigursbogan á Champs-Elyssées.

Tann 57 ára gamli Hollande vann á Nicolas Sarkozy á tí seinna umfarinum av forsetavalinum. Hann fekk 51,6 prosent av atkvøðunum.

Eftir eitt minningarhald til minnis um skúlanýskaparan Jules Ferry og evnafrøðingin Marie Curie fer Hollande undir arbeiðið sum forseti. Hansara fyrsta uttanlandsferð sum ríkisleiðari verður til Berlin at hitta Angelu Merkel, kanslara.