Í dag tekur Dilma Rousseff við sum forseti í Brasil, og hon er tann fyrsta kvinnan í hesum embætinum. Dilma Rousseff tekur við eftir tann væl umtókta Luiz Inacio Lula da Silva, og hon hevur sagt, at hon fer at halda somu politisku kós sum hann.
Hansara politikkur hevur havt stór framstig við sær, soleiðis at Brasil er vorðið ein týðandi spælari á altjóða politiska og búskaparliga vøllinum.
Dilma Rousseff var virkin í politiska stríðnum ímóti hernaðarstýrinum í Brasil, og í 1970 varð hon tikin og sett í fongsul fyri undirgravingarvirksemi. Hon sat knappliga trý ár í fongsli. Í 1985 fall hernaðarstýrið, og árið eftir fór Dilma upp í verkamannaflokkin hjá Lula.