- Putin hyggur at pelagisku verksmiðjuni, sum Skaginn3x byggir fyri fyritøkuna Gidrostroy í eystara parti av Ruslandi. Stuttligt er at síggja fylgirnar av mínum fyrsta túri har eysturi. Alexander, sum er eigari á Gidrostroy, greiðir frá.
Soleiðis skrivar toftamaðurin, Arni H. Carlsen, herfyri á sínari Facebook-síðu. Øll innan uppsjóvarvinnuna í Føroyum vita, hvør Arni H. Carlsen er, tí hann hevur verið verkætlanarleiðari í uppbyggingini av framleiðslugongdini, bæði á Varðanum Pelagic á Tvørori og Pelagos í Fuglafirði.
Tá In.fo setti seg í samband við Arna H. Carlsen og spurdi, um hann vildi siga okkum eitt sindur um, hvussu hann er komin í samstarv við russar, sum byggja hetta stóra virkið, ið Vladimir Putin her stendur og skoðar, sigur hann soleiðis:
- Í stuttum kann eg siga, at tá ein russari kom til Føroya at keypa skipið Asbjørn Senior, varð eg spurdur, um eg vildi vísa teimum Pelagos í Fuglafirði. Saman við øðrum havi eg designað Pelagos, eins og eg var verkætlanarleiðari, tá virkið í Fuglafirði var bygt.
Arni H. Carlsen sigur, at eftir vitjanina á Pelagos, vildi russarin hava hann at koma yvir til eystara part av Ruslandi at tekna nýggja virkið hjá teimum. Um hesar leiðir eru fleiri oyggjar, róptar Kuril Island. Hetta eru oyggjar, sum russar tóku frá Japan undir seinna heimsbardaga.
- Har fekk eg ta uppgávu at tekna eina pelagiska linju inn í eina laksaverksmiðju. Hetta gekk so mikið væl, at teir beinanvegin vildu hava tvær linjur. Síðan varð eg biðin um at tekna tað nýggja og stóra virki hjá teimum, og eg var komin rættiliga langt við hesum arbeiði, tá eldur í fjør summar kom í Varðan Pelagic.
Arni H. Carlsen sigur, at tá eldur kom í Varðan Pelagic, noyddist hann brúka alla sína tíð til at byggja virkið á Tvøroyri upp aftur, og síðan arbeiddu fólk úr Íslandi víðari við verkætlanini í eystara parti av Ruslandi, har sáttmáli eisini varð undirskrivaður í februar.
Tá In.fo vendi sær til Arna H. Carlsen um myndina av Vladimir Putin og eigaranum á virkinum í Ruslandi, sum toftamaðurin hevur teknað, spurdu vit hann, um maðurin, sum á myndini stendur høgru megin Vladimir Putin, ikki er kinverski forsetin, Xi Jinping:
- Eg veit ikki, hvør hasin maðurin er, men maðurin longst til høgru á myndini er eigarin av virkinum, sum eg havi teknað, Alexander Verkhovsky, og tað er hann, eg havi samband við, sigur ein lítillátin, Arni H. Carlsen.










