Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, segði á tíðindafundi í dag, at Danmark fær ov fáar skamtar av vaksinu frá felags innkeypinum hjá Europa Samveldinum (ES).
– Vit koppseta flest fólk av øllum ES londum, men vit fáa alt ov fáa skamtar. Vit kundu koppsett nógv fleiri fólk, enn vit hava vaksinu til, segði Mette Frederiksen.
Danmark hevur gjøgnum ES gjørt keypsavtalur um seks sløg av koppingarevnið. Fyrsta koppingarevnið, sum varð góðkent, var tað hjá Pfizer/BioNTech, sum eisini verður brúkt í Føroyum. Roknað verður við, at koppingarevnið hjá Moderna verður klárt at brúka seinni í hesum mánaðinum. Hini fýra koppingarevnini eru ikki góðkend enn.
Føroyar eru umvegis Danmark partur av felags innkeypinum hjá ES. Landslæknin segði um vikuskiftið við In.fo, at Føroyar kundu koppsett nógv fleiri fólk, um koppingarevni var tókt. Higartil hava Føroyar fingið 1100 skamtar, sum nú verða brúktir, og komandi fýra vikurnar verður roknað við, at Føroyar fáa í øllum førum 3300 skamtar afturat.
Mette Frederiksen segði, at hóast tað hevur verið kritikkur av innkeypinum hjá ES, ætlar Danmark framhaldandi at vera partur av samstarvinum. Umframt tær 16 milliónir vaksinurnar, sum Danmark skal keypa gjøgnum ES, hevur Danmark sjálvt eisini keypt 2,6 milliónir vaksinur. Føroyar fáa í útgangsstøðuni 1/100 part av koppingarevninum, sum Danmark fær.