Forsætisráðharrin lagt frá sær

Íslendski forsætisráðharrin Sigmundur David Gunnlaugsson hevur fyri løtu síðani lagt frá sær. Tað upplýsa RUV.is.


Í hansara stað tekur Sigurður Ingi Jóhannsson, landbúnaðarmálaráðharri, við sessinum sum forsætisráðharri.
Sigmundur David Gunnlaugsson heldur tó fram sum formaður í  Framsóknarflokkinum.


Sigmundur David Gunnlaugsson leggur frá sær í kjalarvørrinum av nýggjum upplýsingum, ið vísa at hann ikki hevur upplýst almenningin um ognarskapin hjá honum og konu hansara í einum útlendskum felagi, ið er skrásett í Panama.


Forsætismálaráðharrin bað annars Ólafur Ragnar Grímsson, íslendska forsetan, um at útskriva nýval í morgun, men tí sýtti forsetin fyri.