Forsætisráðharri longu frá

Nýggi palestinski forsætisráðharrin, Rami Hamdallah, hevur boðað forsetanum, Mahmoud Abbas, at hann leggur frá sær.

Tað upplýsir ein stjórnarkelda, men enn er ógreitt, um Abbas góðtekur uppsøgnina.

Sambært palestinskar keldur er tað ósemja við aðrar stjórnarlimir, sum er orsøk til, at Hamdallah ynskir at verða loystur úr embætinum.

Hann var tikin í eið tann 6. juni (myndin), so tí kemur tað rættiliga óvart á, at hann longu nú velur at leggja frá sær, eftir bert tvær vikur í sessinum.

Hinvegin, so hevur islamistiska rørslan, Hamas, sum ræður fyri borgum í Gazageiranum, fordømt útnevningina av Hamdalla og skírt hana at verið ólógliga.