Forsætisráðharravitjan

Í dag kemur forsætisráðharrin til Føroya á almenna vitjan.

Tað má sigast at vera sjálvsagt, at forsætisráðharrin í ríkisfelagsskapinum vitjar í Føroyum og í Grønlandi so av og á. Ríkisfelagsskapur er samansettur av trimum tjóðum, sum í princippinum eru javnlíkar. Ein felagsskapur millum javnlíkar tjóðir má byggja á sínamillum virðing og javnvág.

Hinvegin er tað væl eingin, sum sigur, at ríkisfelagsskapurin heldur í allar ævir. Ríkisfelagsskapurin heldur so leingi allar tríggjar tjóðir hava áhuga í at varðveita hann. Hesin áhugi snýr seg ikki bert um politikk og heildarveitingar. Hesin áhugi snýr seg eisini um at varðveita søgulig og persónlig bond. Túsundtals føroyingar og grønlendingar hava sett búgv í Danmark. Í Danmark eru landsmenn okkara væl fagnaðir og her hava hesir landsmenn okkara skapað sær eina góða og trygga tilveru. Hesir føroyingar vilja, hóast teir hava valt eitt nýtt føðiland, varðveita sambandið við røturnarnar ? gamla føðilandið Føroyar. Ættarfólk teirra her heima í Føroyum ynskja tað sama. Hetta er bæði náturligt, rætt og rímuligt. Ríkisfelagsskapurin hevur sostatt eisini nakað við kenslur at gera, og stjórnirnar í øllum trimum londum hava eina stóra ábyrgd av hesari síðuni av felagsskapinum.

Men ríkisfelagsskapurin hevur mest av øllum við politikk at gera. Forsætisráðharrin og stjórn hansara eru saman við landsstýrissamgonguni við yvirtøkum og minkandi blokki farin inn á heimastýrisgøtuna fram móti fullum føroyskum sjálvstýri. Í Føroyum er í grundini eingin ósemja um hesa leið. Ósemjan er um ferðina, um raðfestingarnar og um prísin fyri ta leið, ið samgonga og forsætisráðharrin hava valt.

Millum forsætisráðharran og løgmann eru ikki álvarsamir trupulleikar. Teir eru samdir um góðan gamaldags borgarligan politikk, um kríggið í Irak og um hvønn leiklut Føroyar skulu hava í ríksfelagsskapinum. Við hesum baksýni er vitjunarløtan ivaleyst væl vald. Hetta merkir tó ikki, at tað ikki eru trupulleikar at umrøða undir vitjanini. Vit kunnu minna á hernaðarlógirnar, flogvøllin og altjóða hvalaveiðisamstarvið innan IWC. Aðrir stórir spurningar sum fullur føroyskur limaskapur í Norðurlanda Ráðnum, NATO eins og ES-spurningurin eru komnir á donsk-føroysku dagskránna. Sostatt er nóg mikið at tosa um hjá forsætisráðharra og løgmanni. Men fyrst og fremst fara forsætisráðharrin og frúa hans at njóta góðan føroyskan blíðskap, føroysku náttúruna og føroyska mentan. Forsætismálaráðharrin og kona hansara skulu vera hjartaliga vælkomin til okkara vakra land og blíða fólk.Vit vóna, at tey fáa nakrar góðar og ógloymandi dagar her, so tey, tá tey venda heimaftur til Danmarkar hava eina góða og positiva mynd av okkum føroyingum og landi okkara.