Í døgunum frá 12. til 15. august verður Summar Festivalur 2004 hildin í Klaksvík. Hetta er eitt nýtt og stórt tónleikatiltak, sum fer at bjóða tónleik í fýra dagar á rað.
Tað verða bæði føroysk og útlendsk nøvn, sum koma at spæla á festivalinum, og millum nøvnini eru Ken Hensley, Boney M, Frændur, Hanus Johansen, Kjell Samuelson og Gunnar Mikkelsen.
Leygardagin 14. august verður stór útikosert á Vágsbøi mitt í Klaksvík, og har fara nógv av teimum stóru nøvnunum at spæla. Tað ber til at keypa sær atgongumerki til hetta tiltakið í forsølu. Atgongumerkini kosta 250 krónur og fáast á Shell-støðunum kring landið og á Kunningarstovuni í Havn.
Harafturat ber tað eisini til at tryggja sær pláss í KÍ-høllini til stóru gospelkonsertina, sum verður sunnudagin 15. august. Her fara millum annað Kjell Samuelson úr Svøríki og Hans Inge Fagervik úr Noregi at syngja. Eisini føroyskir sangarar og tónleikarar luttaka. Atgongumerki til hesa konsertina kosta 150 krónur í forsølu.
Við at keypa atgongumerki í forsølu ber til at spara pengar og tryggja sær pláss, siga fyrireikararnir.