Forsølan til Frakland byrjaði í morgun

Forsølan av atgongumerkjum til fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Frakland á Tórsvølli leygardagin byrjaði í morgun. Fótbóltssamband Føroya er farið í holt við nýggja tøkniliga forsølu, og atgongumerkini kunnu keypast umvegis heimasíðuna www.fsf.fo. Prísurin í forsølu er 300 krónur fyri vaksin og 100 krónur fyri børn og ung upp til 16 ár. Forsølan heldur fram til hósdagin á middegi.