Forsølan av atgongumerkjum til dystin millum Føroyar og Italia, sum verður leiktur á Tórsvølli, fríggjakvøldið 2. septembur klokkan 19.45 er byrjað. Forsølan endar 27. august 2011.
Øll, sum keypa í nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum áðrenn 27.august, eru við í lutakastinum um eina ferð fyri tvey til Serbia. Ferðin er í sambandi við landsdystin millum Serbia og Føroyar 6. september. Eisini burturlutar Fótbóltssamband Føroya 20 landsliðstroyggjur.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Italia verður fyrsti altjóða landsdystur, har stórar ljósmastrar verða brúktar. Áður hevur verið neyðugt at laga seg eftir dagsljósinum, men í framtíðini verður lættari og praktiskari at leggja landsdystir í Føroyum.
Sangkapping, har nýggir landsliðssangir skulu skrivast er eisini byrjað. Og nakrir av hesum verða at hoyra á dystardegnum.










