Forsølan endar fríggjadagin

Seinasta freist at keypa atgongumerki til Rumeniadystin í forsølu, er fríggjadagin kl. 14 Í morgin, fríggjadagin 5. september kl. 14 endar forsølan av atgongumerkjum til A-landsdystin mikudagin móti Rumenia.

Í eina tíð hevur tað verið møguligt at keypt atgongumerki til landsdystirnar móti Rumenia og Eysturríki gjøgnum internetið. Men við tað, at atgongumerkini skulu sendast við posti, er neyðugt at støðga forsøluni nakrar dagar undan sjálvum dystinum.

Tí endar forsølan til Rumenia dystin fríggjadagin 5. september kl. 14. Tað er tó framvegis møguligt at keypa atgongumerki til dystin móti Eysturríki á netinum.

Tey, ið ikki hava tryggjað sær atgongumerki frammanundan kunnu keypa við inngongdina mikudagin, skrivar FSF á heimasíðuni.