Fororðini til ólavsøkuna næsta ár

Løgmaður bjóðar andstøðuni samstarv um stóru málini, sum skulu loysast í ár og næsta ár

 

GREINING: Føroyar verða broyttar og her verður uppaftur betri at búgva.

 

Tað er boðskapurin í fyrstu ólavsøkurøðuni hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni. Í røðuni noyðist hann tó eisini at ásanna, at samgonguni enn ikki er eydnast at loysa nøkur av stórmálunum, men at arbeiðið er í gongd.

 

Samgongan tók við hálvan september í fjør. Ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, sum hevur boðað frá, at hennara politikkur er at broyta livikorini í Føroyum og býta samfelagsvirðini á ein annan hátt.

 

Løgmaður er vitandi um, at hetta eru mál, sum krevja nógv. Í løgmansrøðuni bjóðar hann andstøðuni samstarv, men hann sigur samstundis, at vil andstøðan ikki taka lut í broytingunum, so noyðist samgongan sjálv at gera tað.

 

Størsta avbjóðingin við stytstu tíðarfreistini er fiskivinnunýskipanin. 31.desember næsta ár fer núgaldandi lóg úr gildi.

 

Ein arbeiðsbólkur situr og ger uppskot til nýggja skipan, men tíðin at gera arbeiðið í, var eftir ølluma t døma ov stutt.

 

Bólkurin skuldi vera liðugur 1.august, men hevur fingið freistina longda til oktober. Løgmaður ger tó heilt greitt, at hetta er eitt mál, sum skal loysast, tí annars er ongin lóg um vinnuligan fiskiskap 1.janar 2018.

 

Politiskt er hetta helst heitasta málið, sum skal loysast nú. Ósemja er millum limirnar í fiskivinnubólkinum og áhugamálini um, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini, peika hvør sín veg.

 

Ein politisk semja á økinum er ikki lætt at síggja, so mest bendir á, at samgongan má samtykkja skipanina sjálv – kanska við nøkrum andstøðuatkvøðum.

 

Løgmaður staðfesti eisini, at heldur ikki pensjónsbólkurin bleiv liðugur áðrenn summarfrítíðina, men eisini í hesum máli veit hann, at her skal arbeiðast skjótt. Pensjónsskipanin skal uppá langt sikt tryggja haldførið í búskapinum, nú allar framskrivingar vísa, at borgararnir í Føroyum verða alt fleiri í eldru aldursbólkunum.

 

Ein arbeiðsbólkur, sum taldi 39 persónar, megnaði at gera eina menningarætlan fyri heilsuverkið og handa álit áðrenn summarfrítíðina.

 

Álitið hevur sjálvandi elvt til kjak, men har er í hvussu er nakað at taka støðu til.

 

Avgerðir mugu takast á heilsuøkinum

 

-Næstu mánaðirnir verða teir mest avgerandi í nýggjari tíð. Fleiri nýskipanir, ið skulu flyta okkum framá, standa fyri durum. Avgerðir skulu takast um fiskivinnuna, um pensjónsskipanina og um heilsuverkið. Avgerðir, sum ikki fara at geva úrslit í morgin ella í ovurmorgin, men frammi í tíðini, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni í dag.

 

Í røðuni fegnast løgmaður um, at støðan er góð í Føroyum. Hann vísir á, at nógvum er hetta fyri at takka – eisini undanfarnu samgongu.

 

Men hann slær eisini fast, at skal góða gongdin halda fram, so skal arbeiðast víðari. Rættar avgerðir skulu takast og ein av teimum er, at vit fara at hava fólkaatkvøðuna um eina stjórnarskipan næsta heyst.

 

Samanumtikið ein positiv ólavsøkurøða, sum kortini ber brá av, at samgongan hevur sitið stutt og tí hvørki hevur framt stóru avrikini ella gjørt stóru mistøkini.

 

Í veruleikanum fororð til ólavsøkurøðuna næsta ár.