Fornuftin tapti í málinum um tollfríu sigarettirnar

Í kvøld sendi Jóannes Ejdesgaard, fíggjarmálaráðharri, út tíðindaskriv um, at hann hevur tapt í málinum um tollfríðu sigarettirnar hjá ferðafólki

Hugstoytt, tí næstan øll eru tapartar í hesum málinum.

Hetta málið hevur annars havt eina trupla trupla føðing, sum nú helst endaliga endaði sum ein abortur.

Í grundini eitt merkiligt mál, har løgin, og eftir mínari meting ikki haldbar argumertir, hava verið búkt at forða málinum at koma ígjøgnum.

Tað byrjaði í summar við, at Bjørt Samuelsen, táverandi vinnumálaráðharri, Smyril Line, Atlantic Airways og eg haldi sogar eisini Samvit lupu upp úr stólinum og kunngjørdu, at hetta fór at vera stórt afturstig fyri føroysku ferðavinnuna.

Sum um útlendsk ferðafólk koma til Føroya at roykja! Av øllum útlendskum ferðafólkum, ið eg havi tosað við í Føroyum, hevur ongin nevnt tollfríu sigarettirnar sum ferðamálið, men heldur náttúruna og fólkið. Og tað verður ikki broytt, um tollur verður goldin av sigarettunum.

Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum var eisini í pressuni og græt um hesa forferdiligu gerð, ið Fíggjarmálaráðið nú var við at gera. Nakað tað sama helt oddagreinskrivarin hjá Sosialinum.

Argrumentini hava verið nøkur: taka ágóðar frá teimum ferðandi, taka grundarlagið undan Norrønu og Atlantic, tekur grundarlagið undan tollfríari sølu í Vágum, eitt álop á privatiseringina av Atlantic o.m.a.

Ongi av hesum argumentum halda nakað serligt.

Eg haldi, at er grundarlag bert fyri tollfríari sølu í Vágum um sigarettirnar eru við, so steðgið umbyggingini beinanvegin!

Um privatiseringin av Atlantic Airways ikki tolir, at sigarettir koma undir toll, so rýkur Atlantic kortini, tí tey kunnu ikki rokna við at liva í einari kuvøsu alla tíð framyvir.

Eg haldi, at tað var rætt at bjarga Smyril Line fyrr í mánaðinum, men um endurreista Smyril Line ikki yvirlivir uttan tollfríar sigarettir, so vóru hasar 30 milliónirnar burturspiltar.

Og til Jákup Mikkelsen og Fólkaflokkin: er tað ikki soleiðis, at tollfríu sigarettirnar eru við til at minka um umsetningin hjá kioskum og handlum, sum annars selja sigarettir? Hvar er so vanlukkan við at gera tær tollskyldugar? Tú hevði bara flutt nakað av umsetningi frá flutningsførunum til handlarnar í Føroyum.

Er nøkur meining í at áleggja sigarettunum, ið verða seldar í Føroyum so høgt avgjald fyri at minka um nýtsluna, tá øll tey mongu, ið ferðast kortini fáa sigarettirnar tollfríar?

Eg haldi, at hasar 18 milliónirnar, ið metta inntøkan hevði verið av at áleggja toll á hesar sigarettirnar, høvdu komið landskassanum heilt væl við komandi ár! Tær høvdu minkað eitt sindur um undirskotið, og so kundi tað eisini givið átakinum um at royking er heilsuskaðilig eina meining!