Høggmyndin stóð við vinstra niðara horni í vindeyganum í vestara enda á múrinum

Fornminni horvið úr Kirkjubømúrinum

Høvdið av Ólavi kongi er burtur

Høggmyndin stóð við vinstra niðara horni í vindeyganum í vestara enda á múrinum

DAGFØRING, høggmyndin er ikki stolin: Ólavur kongur liggur trygt á Fornminnissavninum

 

– Hevur nakar sæð høvdið av Ólavi kongi?

 

Soleiðis spyr Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, á Facebook.

 

Hann vísir mynd av vindeyganum í suðurendanum á Kirkjubømúrinum, har høggmynd var av slanguni við menniskjahøvdi og kongakrúnu. Tað var ein høggmynd av Ólavi kongi.

 

Men hendan høggmyndin er ikki longur í múrinum. Helst hevur onkur tikið hana.

 

Sum skilst er ikki greitt, nær høggmyndin er horvin, men sambært Jóannesi Patursson er tað millum 16. apríl og 30. mai. Tí mynd er tikin 16. apríl, har høggmyndin týðuliga sæst, og 30. mai er staðfest, at høggmyndin er burtur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Høggmyndin stóð við vinstra niðara horni í vindeyganum í vestara enda á múrinum

Her sæst farvegurin av, hvar høggmyndin hevur verið

Soleiðis sá høggmyndin út

Her er ein onnur mynd, har høggmyndin sæst