Formuladystur verður fluttur

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur viðgjørt umsókn frá EB/Streymur og ÍF um at framskunda dystin í Formuladeildini, sum er ásettur til 16. juli til at verða leiktur 13. juli 2006. Avgjørt er at ganga ynskinum í flytingarskjalinum á møti. Hetta verður tó við tí fyrivarni, at nevndin skilar sær rætt til at broyta leikdagin, um so er, at UEFA-cup heimadystirnir hjá Skála og/ella GÍ fella sama dag. Í so fall, verður dysturin helst ásettur til mikudag, 12. juli 2006. Lutakastið um UEFA-Cup dystirnar er 23. juni 2006, og kemur nevndin at taka endaliga støðu eftir hetta.