Formula seksfaldar avlopið

Sterki føroyski KT-veitarin, P/F Formula, hevði eitt sera gott úrslit í fjør.

 

Sterki føroyski KT-veitarin, P/F Formula, hevði eitt sera gott úrslit í fjør.

 

Úrslitið áðrenn skatt í 2013 gjørdist 8,2 miliónir krónur.  Skatturin í 2013 var góðar 1,5 miliónir krónur, soleiðis at úrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop á 6,7 miliónir krónur, ið er seks ferðir betri enn undanfarna ár, tá avlopið var góðar 1 miliónir krónur. Tað skrivar Business-line.

 

P/F Formula sigur ársfrágreiðingini, at grundarlagið undir góða úrslitinum er tálman í útreiðsluvøkstrinum saman við øktum produktiviteti. Hetta hevur eydnast sjálvt um virkið samstundis hevur framt miðvísar íløgur í altjóða góðkenningar og útbúgving av starvsfólkahópinum.

 

Størri inntøkur enn væntað frá útlandinum hevur eisini givið eitt gott íkast til taksturin.

 

Størsta orsøkin til góða úrslitið í fjør er tó, at roknskapurin ikki longur er tyngdur av fíggjarligum íløgum. Í 2013 vóru fíggjarutreiðslurnar bert góðar 200.000 kr móti sløkum 5 miliónir krónum í 2012.

 

Eginognin hjá P/F Formula var við árslok 2013 góðar 31 miliónir krónur. 70 fólk starvast hjá felagnum.

 

Sí upplýsingar um nevnd, leiðslu, vm. hjá P/F Formula í vinnuskránni BL.FO <http://bl.fo/>  her  http://www.bl.fo/Default.aspx?ID=73&PID=1062