Formel 1 stjørna til Grønlands at koyra

Hann gjørdist heimsmeistari í Formel 1 í 2016. Nú skal hann koyra kapp í Kangerlussuaq í Grønlandi.

 

Um alt gongur, sum ætlað, kemur fyrrverandi heimsmeistarin í Formel 1, Nico Rosberg, til Grønlands at koyra seinni í ár.

Týskarin gjørdist heimsmeistari í 2016. Nico Rosberg hevur nevniliga skipað eitt lið, sum skal luttaka í koyrirøðini, sum hann sjálvur fyriskipar, nevnd Extreme E.

Sambært Sermitsiaq, sum endurgevur aðrar miðlar, gleðir heimskendi týskarin seg nógv til ferðina til Grønlands. Hann sigur, at ein vitjan í Grønlandi leingi hevur verið á hansara ynskilista.

- Eg eri fegin um, at mítt ynski nú kann førast út í lívið, eins og eg gleði meg til at koyra í Grønlandi. Eg eri ógvuliga spentur, og eg gleði meg rættiliga, sigur Nico Rosberg.

Sum skilst á Sermitsiaq, sum umrøður vitjanina hjá fyrrverandi heimsmeistaranum í Grønlandi, verður ætlaða koyrikappingin í Kangerlussuaq í august í ár.

Lewis Hamilton, sum gjørdist heimsmeistari í Formel 1 seinast, er sambært Sermitsiaq eisini við í byrjunarlistanum í Extreme E. Ætlanin var, at kappingin, sum verður í ymiskum londum, skuldi byrja nú í januar, men byrjanin er útsett til í mars.

- Tað verða tilsamans fimm kappingar. Fyrst verður koyrt í Saudi Arabia 20. og 21. mars. Síðan verður koyrt í Lac Rose í Senegal, og triðja kappingin verður so í Kangerlussuaq, 28. og 28. august.

Eftir Kangerlussuaq verður koyrt í Brasilia og at enda í Argentina, veit Sermitsiaq at siga.