Formel 1 í Sjónvarpi Føroya

Eftir áheitanir frá lesarum vendu vit okkum til stjóran í almennu loftmiðlunum Jógvan Jespersen, fyri at spyrja. um Sjónvarp Føroya við nýggju leiðsluni eisini fór at skifta kós viðvíkjandi formel 1. Fyrrverandi sjónvarpstjórin Mikkjal Helmsdal gjørdi í fjør greitt, at so leingi TV2 hevði sjónvarpsrættindini til formel 1, so varð formel 1 ikki sent á SVF, tí signalið hjá TV2 var ov svikaligt.

Jógvan Jespersen svaraði, at føroyingar kunnu byrja at gleða seg, tí SVF hevði gjørt avtalu við TV2, um at senda tær 10 seinastu koyringarnar í ár. Hetta merkir, at fyrsta koyringin, sum SVF sendir, er í Fraklandi 3. juli, og seinasta koyringin er í Kina 16 oktober. Hann segði, at orsøkirnar, til at alt kappingarárið ikki verður sent, eru at kvotur eru á, hvussu nógv tilfar SVF kann senda frá TV2.